 | | O Sonur Andans! Míni fyrstu ráð eru hesi: Eig eitt reint, blítt og strálandi hjarta, at títt kann vera eitt ræði frá fyrndini, óoyðiligt og ævinligt. Bahá'u'lláh |
|
|
Altjóða leiðslan fyri Bahá'í-trúnni heitir á allar heimsins átrúnaðarleiðarar um at køva átrúnaðarligar fordómar og fanatismu
| 1 | 2 | 3 | 4 | Alheims rættvísishúsið
Bahá'i heimsmiðdepil Karmel Fjall, Haifa |
Tað, sum hetta hevur við sær í dag, metir Bahá'u'lláh um í orðum, ið vórðu skrivað fyri meiri enn hundrað árum síðani, og sum eru spjadd víða um í tíggjuárunum síðani tá:
"Als eingin ivi fær verið um, at heimsins fólk, sama hvat fólkaslagið ella hvør átrúnaðurin er, draga íblástur sín úr einari himmalskari keldu, og at tey eru Guds tegnar. Munurin ímillum tær fyriskipanir, sum tey liva eftir, er at finna í teimum ymisku krøvunum og kreppustøðunum, sum hoyrdu tí tíðini til, tá ið tær opinberaðu seg. Gud ásetti allar hesar fyrskipanir uttan nakrar fáar, sum eru runnar av mannaspillu, og hesar Guds fyriskipanir endurspegla vilja hans og mið. Rísið upp og syndrið, útgjørd við trúarinnar mátti, teir gudarnar sundur, sum eru runnir úr fáfongd huga tykkara, gróðursettir av tvídrátti tykkara. Verið trúgv mótvegis tí, ið dregur tykkum saman og sameinir tykkum."
Sovorðin ákallan krevur ikki, at farið verður frá grundleggjandi sannleikunum hjá nøkrum av heimsins stóru trúarskipanum. Als ikki. Trúgv hevur síni egnu krøv og sína egnu verju. Tað, sum onnur trúgva - ella ikki trúgva, fær ikki verið tað, sum skal stýra samvitskuni, ið vera skal, hjá hvørjum einstøkum menniskja. Tað, sum orðini omanfyri greidliga eggja til, er at havna øllum krøvunum um at vera nakað serligt og at hava ta endaligu loysnina, krøvum, sum, meðan tey hava vundið røtur sínar um andans lív, hava havt størsta leiklutin, tá ið tað kemur til at køva trilvandi stig fram ímóti sameining og til at birta upp undir hatur og harðskap.
Hesa søguligu avbjóðing meta vit, at átrúnaðarligir leiðarar mugu taka upp, um átrúnaðarlig leiðsla skal hava nakra meining í tí heimssamfelagi, ið rísur upp úr øllum, tí hevur verið fyri í tjúgundu øld. Tað er eyðsæð, at alt fleiri fólk ásanna, at sannleikin, ið liggur undir øllum átrúnaði, í høvuðstættunum er hin sami. Henda fatan kemur ikki burtur úr nakrari viðtøku eftir átrúnaðarligt kjak, men er nakað, sum fólk kenna á sær, nú ið tey í alt størri mun sleppa at vera saman við øðrum og tískil eisini spakuliga fara at góðtaka, at mannaættin er sum ein. Burtur úr hurlivasanum av trúarssetningum, kirkjusiðum og lógum kyknar tann fatanin upp, at eins og tær ymisku tjóðirnar, tey ymisku fólkini og allar mentanirnar eru sum ein, so er andslív ein óavmarkaður veruleiki, sum øll sleppa eins væl framat. Skal henda sannkenning, sum sveimar víða og enn er trilvandi, sleppa at fáa fast snið og - so tað munar - gera sítt til at byggja ein friðarligan heim upp, mugu tey, sum stórar mannfjøldir framvegis venda sær ímóti til tess at verða beind á rætta leið, av heilum hjarta staðfesta hesa sannkenning.
Sanniliga er stórur munur á heimsins megintrúgvum, tá ið tað kemur til samfelagsfyriskipanir og ymiskar kirkjusiðir. Hugsa vit um, hvussu ein himmalsk opinbering fyri og onnur eftir í mong túsund ár hevur vent sær til skiftandi tørvin hjá einari siðmenning, ið alsamt tekur seg fram, fær hetta valla verið øðrvísi. Tað, sum vit ikki kunnu verja siðaliga, er, at mentanararvur, sum var ætlaður at ríka andslívið, er avbronglaður, so hann í staðin fyri hevur verið nýttur til at vekja fordómar og fremmandagerð. Høvuðsuppgávan hjá sálini fer altíð at vera at kanna veruleikan, at liva sambært teimum sannleikum, sum hon vissar seg um eru teir røttu, og at sýna teimum fólkum fulla virðing, ið royna at gera tað sama.
Onkur kundi kanska mælt ímóti hesum og sagt, at um allar tær stóru trúgvirnar skulu viðurkennast sum eins himmalskar frá upphavi, verður endin, at eggjað verður til - ella at tað í minsta lagi verður lættari hjá fjøld av fólki - at flyta úr einari trúgv yvir í aðra. Um hetta er satt ella ikki, hevur tað vissuliga lítið upp á seg, um vit seta tað upp ímóti tí, at tað nú endiliga fer at bera til hjá søguni at loyva teimum upp í part, sum ikki ivast í einum heimi, sum fer út um henda jarðarheim - og seta tað upp ímóti teirri ábyrgd, sum henda vitan hevur við sær. Allar tær stóru trúgvirnar kunnu føra fram munagóð og trúlig prógv fyri, hvussu væl er gingist teimum at ala siðaliga lyndið upp. Heldur ikki ber til hjá nøkrum at koma við tí, at tí læruni, sum er knýtt at einari serligari trúgv, hevur eydnast hvørki verri ella betur at skapa trongskygni og pátrúgv enn trúarsetningunum hjá teirri læruni, sum er knýtt at hvørjari sum helst aðrari trúgv. Í einum heimi, sum er um at falla inn í eina heild, er náttúrligt, at umskifti alla tíðina henda í mátanum, sum fólk svara aftur og verða sameind. Og leikluturin hjá stovnum, sama ger hvørjum, er sanniliga at meta um, hvussu henda menning kann fáast at virka soleiðis, at hon fremur semju. Trygdin fyri at úrslitið, tá ið saman um kemur, verður skilagott - andaliga, siðaliga og sosialt - liggur í, at tær fjøldirnar av jarðarbúgvum, sum ikki eru eftirspurdar, hava varandi álit á, at alheimurin ikki verður stýrdur av mannalyndi, men av einari hollari forsjón, sum ongantíð svíkur.
Samstundis sum tær forðingar, ið hava skilt fólkasløgini sundur, hvørva, síggja vit í okkara øld, hvussu tann múrur loysist upp, sum fólk fyrr mettu, at tað ongantíð fór at bera til at fara uppum, tí himmalska lívið og jarðarlívið í allar ævir fóru at vera skild sundur. Halgibøkurnar hjá øllum trúgvum hava allar dagar lært tann trúgvandi, at tá ið hann tænir øðrum, er tað ikki bert siðaliga skylda hansara, men samstundis sálarinnar egna leið at nærkast Gudi. Í dag gevur tann vaksandi samfelagsendurbyggingin hesi kendu læru nýtt flog. So hvørt sum aldagamla lyftið um ein heim, ið er eggjaður av rættvísisgrundregluni, fer at líkjast einum hugsandi máli, fer tørvurin hjá samfelagnum í alt størri mun at verða mettur sum hvør sín síða av somu søk, nevniliga av einum fullmentum andslívi.
Um trúarleiðsla skal vera før fyri at taka ímóti teirri avbjóðing, sum henda seinasta fatanin umboðar, tá má aftursvarið fyrst av øllum viðurkenna, at trúgv og vísundi eru tvær lívsneyðugar kunnleikaskipanir, sum hugans máttur grør burturúr. Hesar báðar kunnleikaskipanir eru alt annað enn í stríði hvør við aðra, tvørturímóti eru hesir báðir grundleggjandi hættir at hugsa og granska veruleikan uppá treytaðir hvør av øðrum, og nógv er komið burtur úr teimum sjáldsomu, men eydnusomu tíðarskeiðunum í søguni, tá ið náttúra teirra, ið stuðlar hvør aðra, er vorðin viðurkend, og tær hava verið førar fyri at virka saman. Innlitið og førleikin, sum vísindalig framstig fáa fram, mugu altíð leita sær vegleiðing hjá andaligum og siðaligum skyldum, skulu tey nýtast hóskiliga. Trúarsannføringar, sama ger hvussu høgt vit virðismeta tær, mugu við tí góða og takksamar geva seg undir uttanveltaðar vísindaligar royndir.
At enda koma vit til eitt stríðsmál, sum vit nærkast heldur óttafull, tí tað nemur mest beinleiðis við samvitskuna. Millum allar tær mongu freistingarnar, heimurin býður, er ikki at undrast á, at tann roynslan, sum hevur ligið trúarleiðarum fremst í huga, er tann roynslan, sum freistar til at nýta vald í trúarmálum. Ongum, sum hevur nýtt drúgv ár til inniliga at hugsa um og granska halgiskriftirnar hjá onkrari av teimum stóru trúgvunum, tørvar gjøllari at verða mintur á, hvussu mangan tann grundreglan verður endurtikin, sum sigur frá, hvussu lættliga vald er ført fyri at spilla - og tað spilla uppaftur meiri, so hvørt sum hetta vald økist. Eingin ivi er um, at teir ófráboðaðu sigrarnir, sum ótaldir prestar upp ígjøgnum øldirnar á henda hátt hava vunnið, eru ein av høvuðskeldunum til skapandi máttin hjá trúarskipanum, og at teir eiga ein av ovastu heiðurssessunum. Somuleiðis hevur kortini tað, at aðrir trúarleiðarar eru farnir í snaruna av verðsligum valdi og framíhjárættindum, alið fram væl taðað gróðrarlendi til kenslukulda, mutur og vónloysi hjá øllum teimum, sum geva hesum gætur. Tað, sum hetta hevur við sær, tá ið tað kemur til førleikan hjá trúarleiðslu at røkja sosialu ábyrgd sína í hesum tíðarskeiði í søguni, er ikki neyðugt at lýsa út í æsir. 
Upp aftur
|

Sætið hjá Húsi RættvísunnarKarmel Fjall, Haifa
English (PDF)
Dansk (PDF)
Toftir november 02
Altjóða leiðslan fyri Bahá'í-trúnni hevur sent øllum heimsins átrúnaðarleiðarum eitt bræv, har hon harmast um, at átrúnaðarligir fordómar framhaldandi forða fyri heimsfriði og framburði.
Bahá'í samfeløg um allan heim bera boðini til átrúnaðarleiðarar í teirra londum og senda tískil hesa áheitan um, at teir taka avgerandi stig til tess at beina fyri átrúnaðarligari intoleransu og fanatismu. Hetta bræv er eisini handað fleiri av prestunum her í Føroyum hesar seinastu mánaðirnar.
Bahá'i samfelagið í Føroyum
|
© Bahai samfelagið í Føroyum The Bahá'í Community of the Faroe Islands 1996-2008 |
| Teldupostur |
|
 |
"Vælsignaður er tann blettur, og tað hús, og tað stað, og tann býur, og tað hjarta, og tað fjall, og tað skjól, og tann hola, og tann dalur, og tann jørð, og tað hav, og tann oyggj, og tann hagi, har Gud hevur verið nevndur og lovprísan Hansara dýrdargjørd."
Bahá'u'lláh
|
Bahá'í communities around the world
|
|