 | | O Sonur Andans! Míni fyrstu ráð eru hesi: Eig eitt reint, blítt og strálandi hjarta, at títt kann vera eitt ræði frá fyrndini, óoyðiligt og ævinligt. Bahá'u'lláh |
|
 |
 |
| Bahá'í samfeløg um allan heim bera boðini til átrúnaðarleiðarar ... |  |
|  |
 |
|
Altjóða leiðslan fyri Bahá'í-trúnni heitir á allar heimsins átrúnaðarleiðarar um at køva átrúnaðarligar fordómar og fanatismu
| 1 | 2 | 3 | 4 | Alheims rættvísishúsið
Bahá'i heimsmiðdepil Karmel Fjall, Haifa |
Til heimsins trúarleiðarar
Varandi arvur tjúgundu aldar er, at henda øld noyddi heimsins fólkasløg at fara at síggja seg sum part av einari mannaætt og síggja jørðina sum felags heimstað hjá hesi ætt. Hóast áhaldandi kreppa og harðskapur liggja sum myrkur úti í havsbrúnni, víkja allastaðni fordómar, sum einaferð tóktust mannaættini í holdi bornir. Saman við teimum detta marknagarðar niður, sum leingi skiltu mannaættina sundur í bábilskan hurlivasa av ósamanhangandi mentanarligum, fólkalívsfrøðiligum og tjóðskaparligum samleikum. At so grundleggjandi broytingar kundu henda so stutt tíðarbil - hugsa vit um søguliga tíð, hendi hetta at kalla frá degi til dags - bendir á, hvussu stórir framtíðarmøguleikarnir eru.
Tíverri er tað so, at skipaður átrúnaður, sum er íkomin júst til tess at tæna brøðralagi og friði, alt ov mangan ber seg at sum ein tann størsta forðingin á leiðini; skal eitt serliga ørkymlandi førast fram, so hevur hesin skipaði átrúnaður leingi latið óhógv farið avstað við trúvirði sínum. Sum stýrandi ráðið í einum av heimstrúgvunum føla vit, at tað er skylda okkara at eggja til inniliga at hugsa um, í hvussu stóran mun hetta bjóðar trúarleiðslum av. Bæði stríðsmálið og umstøðurnar, sum tað elvir til, krevja, at vit tosa beint fram. Av tí at vit saman tæna tí guddómliga, líta vit á, at tað, sum sagt verður, fer at verða móttikið í sama kærleiksanda, sum tað verður borið fram.
Stríðsmálið kemur týðiliga fram, tá ið okkum rennur í hug, hvat ið er vunnið aðrastaðni. Leggja vit burturúr fá, støk dømi, varð fyrr mett, at kvinnur vóru vánaligari slag, lyndið teirra varð fjøtrað av pátrúgv, teimum varð sýtt høvi til at bera fram tað, sum mannahugurin megnaði, og tær vórðu sjúgvaðar í leiklutin at vera monnunum til vildar og tæna teimum. Vit vita øll um nógv samfeløg, har ið sovorðnar umstøður framvegis valda og enntá verða vardar, uttan at nakar sýnir hógv. Men líta vit út um heim, verður allastaðni staðfest, at kynini eru líka, tá ið tað kemur til at fremja øll rættilig endamál. Henda fatan stendur eins stinn í flestøllum bókligum samfeløgum og innan fjølmiðlarnar. So mikið grundleggjandi hevur henda endurskoðan verið, at tey, sum framvegis tala fyri mansveldi, noyðast at leita sær stuðul úti á markinum fyri tí, sum er ábyrgdarfull hugsan.
Illa sperdu tjóðskaparherdeildirnar standa fyri somu lagnu. Fyri hvørja kreppu í heiminum, sum fer aftur við borðinum, verður lættari hjá íbúgvanum at duga at skilja ímillum tað at hava tokka til eitt land, sum ríkar lívið hjá einum, og tað at geva seg undir øsandi tungusnild, sum er ætlað at ala fram hatur og ótta fyri øðrum. Sjálvt har, sum tað sømir seg at taka lut í vanligum tjóðskaparligum hátíðarhaldi, er aftursvarið í almenninginum eins ofta merkt av keðiligum kenslum sum av teirri sterku sannføring og tí fúsa eldhuga, ið hoyrir farnum tíðum til. Hetta árin er ment av teirri broyting, sum alla tíðina fer fram í altjóða skipanini. Sama ger, hvørji lýti felagsskapurin Sameindu Tjóðir hevur í løtuni, ella hann er førur fyri hernaðarliga at stríðast ímóti álopi ella ikki, so fer eingin skeivur av teirri sannroynd, at tann gandagripur, sum liggur í fullkomnum tjóðaryvirvaldi, er um at fara í søguna.
Søguligar gongdir, sum ikki hava stórvegis tol við tílíkum dramblæti, hava sæð til, at rasu-og tjóðarfordómar eru viðfarnir eins kubbut. Serliga her er tað gamla lagt avgjørt aftur um bak. Nú er rasisma í so stóran mun dálkað av at verða sett í samband við tjúgundu aldar ræðuleikarnar, at hon er farin at vera átøk andaligari spillu. Hóast hann enn livir sum medferð manna millum - og sum skammblettur á lívið hjá eyðkendum parti av mannaættini - so er rasufordómur í høvuðsheitum vorðin so mikið fordømdur um allan heim, at eingin mannabólkur longur ekkaleysur fer at loyva sær at verða settur í sama bás sum hann.
Tað er ikki tað, at vit eru sloppin undan farnum myrkri, og at ein nýggjur ljósins heimur alt í einum er komin til lívs. Stórar nøgdir av fólki tola framvegis fylgjurnar av inngrónum fordómum mótvegis fólki, kyni, tjóð, kastu og samfelagsstætt. Alt bendir á, at hetta órættvísið fer at halda fram leingi, av tí at teir stovnar og tey mynstur, sum mannaættin finnur upp á, bara so við og við fara at vera før fyri at fáa annað skil á viðurskiftunum og veita teimum kúgaðu linna. Tað, sum vit heldur eiga at festa okkum við, er, at vit eru farin upp um eina gátt, og eingin heldur, at tað fer at bera til at venda aftur. Vit hava sannað nakrar meginreglur, sett orð á tær, latið tær fingið breiða umrøðu, so tær nú meiri og meiri fáa hold innan stovnar, sum eru mentir at noyða tær upp á medferðina hjá fólki. Eingin ivi er um, at uttan mun til hvussu langrøkið og pínufult stríðið er, verður endin tann, at virðuskiftini millum øll fólkasløg fara at verða kollvelt á grasrótarstøði. 
Upp aftur
|

Sætið hjá Húsi RættvísunnarKarmel Fjall, Haifa
English (PDF)
Dansk (PDF)
Toftir november 02
Altjóða leiðslan fyri Bahá'í-trúnni hevur sent øllum heimsins átrúnaðarleiðarum eitt bræv, har hon harmast um, at átrúnaðarligir fordómar framhaldandi forða fyri heimsfriði og framburði.
Bahá'í samfeløg um allan heim bera boðini til átrúnaðarleiðarar í teirra londum og senda tískil hesa áheitan um, at teir taka avgerandi stig til tess at beina fyri átrúnaðarligari intoleransu og fanatismu. Hetta bræv er eisini handað fleiri av prestunum her í Føroyum hesar seinastu mánaðirnar.
Bahá'i samfelagið í Føroyum
|
© Bahai samfelagið í Føroyum The Bahá'í Community of the Faroe Islands 1996-2008 |
| Teldupostur |
|
 |
"Vælsignaður er tann blettur, og tað hús, og tað stað, og tann býur, og tað hjarta, og tað fjall, og tað skjól, og tann hola, og tann dalur, og tann jørð, og tað hav, og tann oyggj, og tann hagi, har Gud hevur verið nevndur og lovprísan Hansara dýrdargjørd."
Bahá'u'lláh
|
Bahá'í communities around the world
|
|