 | O Sonur Andans! Aðalbornan havi Eg skapað teg, tó hevur tú mannminkað teg sjálvan. So rís upp til tað, tú vart skapaður til. Bahá'u'lláh |
|
 |
Fyrilestrar í París
Røður, ið 'Abdu'l-Bahá flutti fram í 1911
Marianna Debes Dahl týddi.
Útgáva © 2000: Bókmenta Nevnd Bahá'ía í Føroyum
|
|
 |
|
|
| 38. | Ikki mugu vit missa mótið, um vit eru fá. |
Hin 25. november
Tá ið Kristus kom til sjóndar, vísti hann seg í Jerusalem. Hann kallaði menn til Guds ríki, hann beyð teimum ævigt lív, og hann bað teir fara at verða fullkomnar menniskjur. Leiðarljósið veldi fram av tí glógvandi stjørnuni, og at enda læt hann lív sítt sum offur til manna-ættina.
Alt signaða lív sítt varð hann fyri kúgan og roynslum, og hóast alt hetta vóru menniskjurnar kortini fíggindar hansara!
Tær avnoktaðu hann, háaðu hann, fóru illa við honum og bannaðu hann. Hann var ikki viðfarin sum menniskja - og kortini, hóast alt hetta, hevði hann í sær samkenslu og størsta tokka og kærleika.
Hann elskaði allar menniskjur, men tær fóru við honum sum við einum fígginda og dugdu ikki at skilja hann. Tær vanmettu orð hansara og vórðu ikki upplýst av kærleiksloga hansara.
Seinni fataðu tey, hvør ið hann var; at hann var tað heilaga og guddómliga ljósið, og at orð hansara livdu ævigt.
Hjarta hansara var fult av kærleika fyri øllum heimi-num, tokki hansara var ætlaður at røkka hvørjum einstakum - og sum tær fóru at fata hetta, angraðu tær - men hann varð krossfestur!
Tað var ikki fyrr enn fleiri ár eftir, at hann var upprisin, at tær vistu, hvør hann var, og tá ið hann reis upp, hevði hann bara heilt fáar lærusveinar; upp á seg lítið fylgdarlið trúði fyriskipanum hansara og lýddu lógum hansara. Tann óvitandi segði, 'Hvør er hetta; hann hevur bara nakrar fáa lærusveinar!' Men tey, sum vistu, søgdu, 'Hann er sólin, sum fer at skína í eystri og í vestri, hann er opinberingin, sum skal veita heiminum lív'.
Tað, sum teir fyrstu lærusveinarnir høvdu skilt, fataði heimurin seinni.
Tessvegna, tit, sum eru í Evropa, missið ikki mótið, um tit eru fá, ella tí fólk halda, at tykkara søk er týdningar-leys. Um lítið av fólki kemur til fundir tykkara, missið tá ikki mótið, og um onkur hevur hug at flenna at tykkum og mæla ímóti tykkum, harmist tá ikki, tí lærusveinarnir hjá Kristi máttu tola tað sama. Teir vórðu undirdíktir við grovum orðum og jagstraðir, bannaðir og illa viðfarnir, men at enda sigraðu teir, og tað kom fram, at fíggindar teirra vóru farnir skeivir.
Um søgan hevði endurtikið seg, og alt hetta sama hevði hent við tykkum, verið tá ikki hørm, men verið fylt av gleði og takkið Gudi fyri, at tit eru kallað til tess at líða, sum teir heilagu menninir í forðum liðu. Um tey mæla ímóti tykkum, verið tá blíð við tey, um tey avsanna, standið tá fast við tykkara, um tey rýma frá tykkum og flýggja undan tykkum, leitið tey tá upp og farið væl við teimum. Gerið ongum nakað ilt; biðið fyri øllum; roynið at fáa ljós tykkara at skína í heiminum og latið merki tykkara veittra høgt í himni. Vakri angin frá glæsiligu tilveru tykkara fer at seta ígjøgnum allastaðni. Sannleiks-ljósið, sum er kveikt í hjørtum tykkara, fer at skína út á sjónarringin í fjarleikanum!
Eru fólk líkasæl og háa, bilar tað einki, men tykkara lív fara at hava størsta tðdning.
Øll tey, sum í teimum himmalsku stjørnunum leita eftir sannleikanum, skína sum stjørnur; tey eru eins og frukttrø tyngd av úrvalsfruktum, eins og vøtn fylt við dýrmætum perlum.
Havið bara álit á Guds miskunn og spjaðið heilaga sannleikan.
|
|
Upp aftur |
|
|
© Bahai samfelagið í Føroyum The Bahá'í Community of the Faroe Islands 1996-2008 |
| Teldupostur |
|
 |
"Vælsignaður er tann blettur, og tað hús, og tað stað, og tann býur, og tað hjarta, og tað fjall, og tað skjól, og tann hola, og tann dalur, og tann jørð, og tað hav, og tann oyggj, og tann hagi, har Gud hevur verið nevndur og lovprísan Hansara dýrdargjørd."
Bahá'u'lláh
|
Bahá'í communities around the world
|
|