www.bahai.fo
O Sonur Andans!
Aðalbornan havi Eg skapað teg, tó hevur tú mannminkað teg sjálvan. So rís upp til tað, tú vart skapaður til. Bahá'u'lláh
English Tiltøk í Føroyum Bókmentir Um Bahá'í Trúnna Heim
Fyrilestrar í París Fyrilestrar í París
Røður, ið 'Abdu'l-Bahá flutti fram í 1911

Marianna Debes Dahl týddi.

Útgáva © 2000: Bókmenta Nevnd Bahá'ía í Føroyum
 
Formæli | Inngangur | Fyrsti partur | Annar partur | Triði partur
Fyrsti partur
09. Alheimskærleikin.
Hin 24. oktober    

Ein indari segði við 'Abdu'l-Bahá: 'Tað, sum eg strembi eftir í lívinum er, so frægt sum eg megni, at senda boð-skapin hjá Krishna víðari út í heimin.'
'Abdu'l-Bahá segði: Boðskapurin hjá Krishna er kærleiksboðskapurin. Allir Guds profetar hava borið kærleiksboðskapin. Eingir hava nakrantíð hildið, at kríggj og hatur eru av tí góða. Øll eru samd um at siga, at kærleiki og vinsemi eru best.
Kærleiki kemur til sjóndar í gjørdari gerð, ikki bara í orðum - tey einsamøll gera ongan mun. Skal kærleiki sleppa at vísa mátt sín, má onkur ætlan vera, okkurt amboð, onkur grundgeving.
Kærleiksgrundregluna kanst tú bera fram upp á nógvar mátar; tak eitt nú familjutokka, tokka fyri landinum, fyri ættini, fyri politiskum eldhuga, og so er eisini tokki til áhugabólkar, sum vilja gera væl. Soleiðis kann tað, sum kærleiki megnar, koma fram. Uttan hetta hevði kærleiki ikki komið til sjóndar, ikki verið hoyrdur, ikki verið føldur - samanumlagt ikki verið orðaður, ikki komið til sjóndar! Vatn sýnir mátt sín á ymsan hátt, tað sløkkir tosta og fær fræ at grógva o.s.fr. Kol sýnir ein av frumsetningum sínum við gass-ljósi, meðan ein av máttunum hjá ravmagni kemur til sjóndar í ravmagns-ljósi. Var hvørki gass ella ravmagn, høvdu heimsins nætur ligið í myrkri! So neyðugt er at hava eitt tól, eina grundgeving, sum kann sýna kærleika, eitt mál, ein frásøguhátt.
Vit mugu finna ein máta til at spjaða kærleika manna millum.
Kærleiki er óskerdur, markleysur, endaleysur! Tað ítøkiliga er skert, avmarkað, endaligt. Illa ber til nóg væl at sýna óskerdan kærleika á skerdan hátt.
Fullkomna kærleikanum tørvar ósjálvsøkið amboð, sum er heilt leyst av øllum leinkjum. Familjukærleiki er avmarkaður; blóðættarbandið er ikki tað sterkasta band-ið. Tað kemur meiri enn so fyri, at tey, ið hoyra til somu familju, eru ósamd, og enntá hata hvørannan.
Føðilandskærleiki er endaligur; kærleiki til eins egna land, sum elvir til, at øll onnur lond verða hatað, er ikki fullkomin kærleiki! Ikki er heldur frítt fyri, at landsmenn keglast sínámillum.
Ættarkærleiki er avmarkaður; her er nakað av sam-eining, men tað er ikki nóg mikið. Kærleiki má vera leysur av mørkum!
At elska okkara egnu ætt kann merkja, at vit hata allar aðrar, og sjálvt fólk av somu ætt halda mangan lítið hvør um annan.
Politiskur kærleiki er nógv sameindur við hatur flokkana millum; hesin kærleiki er ógvuliga avmarkaður og ótryggur.
Tokki til áhugabólkar, sum vilja gera væl, er somuleiðis óstøðugur; mangan stinga kappingar seg upp, sum elva til øvund, og sum frá líður kemur hatur í kærleiks stað.
Fyri fáum árum síðani valdaði politiskt vinalag millum Turkaland og Italia; nú kríggjast tey!
Øll hesi kærleiksbond eru ófullkomin. Tað sæst týðiliga, at avmarkað ítøkilig bond ikki eru nóg mikið til nóg væl at sýna alheimskærleika.
Tann stóri, ósjálvsøkni mannakærleikin er ikki bundin av nøkrum av hesum ófullfíggjaðu, hálvsjálvsøknu bondum; hetta er tann fullkomni kærleikin, sum stendur allari mannaættini í boði, og sum vit bara røkka at, um máttur himmalska andans vil tað. Eingin verðsligur mátt-ur er førur fyri at fremja alheimskærleika.
Latið øll sameinast í hesum himmalska kærleiksmátti! Latið øll stremba eftir at vaksa í ljósinum frá sannleiks-sólini, og latið tey endurspegla henda glógvandi kærleika á øll menniskju, latið hjørtu teirra sameinast so nógv, at tey fáa hildið til í glæmuni frá tí markleysa kærleikanum allar dagar.
Minnist til hesi orð, sum eg sigi tykkum tað stutta bil, eg eri saman við tykkum í París. Inniliga leggi eg tykkum eina við: latið ikki hjørtu tykkara fjøtrast av tí ítøkiliga í hesum heimi; eg gevi tykkum boð um ikki at liggja væl nøgd á vanrøktarlegunum og vera fangar hjá tí tilfarsliga, men farið á føtur og fríðið tykkum frá hesum leinkjum!
Djóraskapningurin er tengdur at tí evnisliga, Gud hevur veitt menniskjuni frælsi. Dýrið fær ikki sloppið sær undan nátturulógini, men menniskjan fær havt tamarhald á henni, tí hon, sum hevur náttúruna í sær, fær hevjað seg upp um hana.
Máttur heilaga andans, sum upplýsir mannavitið, hevur gjørt menniskjuna føra fyri at koma fram á hættir, sum gera, at tað ber til at broyta náttúrulógir eftir hennara vilja. Hon flýgur ígjøgnum luftina, flýtur á sjónum og ferðast enntá undir vatni.
Alt hetta prógvar, hvussu mannavitið er gjørt soleiðis, at tað er ført fyri at loysa menniskjuna frá náttúrligu avmarkingunum og fyri at loysa nógvar av náttúru-gátunum. Í ávísan mun er menniskjan farin út um tey mørk, sum tilfar hevur sett.
Heilagi andin fer at geva menniskjuni størri vald enn sum so, um bara hon fer at tráa eftir tí andaliga og stremba fram ímóti at samljóða við guddómliga, enda-leysa kærleikan.
Tá ið tú elskar ein í familjuni hjá tær ella ein lands-mann, læt tað tá vera við einum geisla av tí óavmarkaða kærleikanum! Læt tað vera í Gudi og fyri Gudi! Har, ið tú finnur Guds eginleikar, elska tann persónin, hann veri seg í ætt við teg ella onkur annar. Oys ljósið frá endaleysum kærleika á hvønn mannaskapning, sum tú hittir, um hann er úr tínum landi, av tíni ætt, tínum politiska flokki, ella úr einari aðrari tjóð, um hann hevur annan lit ella annan skugga av politiskari hugsan. Himmalin fer at styðja teg, sum tú fæst við at sanka saman fólkasløgini, sum eru spjadd um heimin undir skugganum frá sameiningartjaldi hins almáttuga.
Tit fara at verða Guds tænarar, sum halda til tætt hjá honum, heilagu hjálparar hansara í starvinum, sum fáast við alla mannaættina. Alla mannaættina! Hvørt mans-barn! Gloymið ongantíð hetta!
Sigið ikki, hann er italiumaður, ella fransur, ella ameri-kanari, ella eingilskmaður, minnist bara til, at hann er Guds sonur, tænari hjá tí hægsta, ein menniskja! Øll eru menniskju! Gloymið tjóðskapareyðkenni; øll er líka í Guds eygum!
Hugsið ikki um tykkara egnu mørk; Guds hjálp fer at koma til tykkara. Gloymið tykkum sjálv. Guds hjálp fer vissuliga at koma!
Tá ið tú kallar á Guds miskunn, sum tú bíðar eftir skal koma og veita tær meiri styrki, fer máttur tín at verða tíggjufaldaður.
Hyggið at mær: eg eri so veikur, kortini er mær veitt styrki til at koma tykkara millum: ein neyðar Guds tænari, sum er gjørdur førur fyri at geva tykkum hesi boð! Eg fari ikki at steðga leingi tykkara millum! Ein eigur ongantíð at hugsa um, hvussu veikur ein er, tað er mátturin frá Guds heilaga kærleiksanda, sum veitir styrki til at læra frá sær. Fara vit at hugsa um okkara egna veikleika, kemur einki burturúr uttan vónloysi. Vit mugu lyfta tankar okkara upp um tað, ið hoyrir til niðri á jørðini; loysa okkum frá øllum tí, sum er jarðbundið, tráa eftir tí andaliga; festa eygu okkara á ríkiligu miskunn hins Almáttuga, sum ongantíð heldur uppat, sum fer at fylla sálir okkara við tí gleðini, sum kemur burturúr, tá ið vit væl nøgd gera eftir boðum hansara, tá ið hann sigur 'Elskið hvørannan'.

Upp aftur
 


Bókalisti
Bahá'u'lláh
Glæmur
O Guð, Leið Meg!
Talvan til Tey Kristnu
Bahá'í Bønir
Hini Loyndu Orð
Fyrilestrar í París
Fyrijáttan um Heimsfrið
konufólk og mannfólk
Spurningar og Svar
Og Sólin Rísur
 

© Bahai samfelagið í Føroyum
The Bahá'í Community of the Faroe Islands 1996-2008
Teldupostur
"Vælsignaður er tann blettur, og tað hús, og tað stað, og tann býur, og tað hjarta, og tað fjall, og tað skjól, og tann hola, og tann dalur, og tann jørð, og tað hav, og tann oyggj, og tann hagi, har Gud hevur verið nevndur og lovprísan Hansara dýrdargjørd."
Bahá'u'lláh



Bahá'í communities around the world