 | O Sonur Andans! Aðalbornan havi Eg skapað teg, tó hevur tú mannminkað teg sjálvan. So rís upp til tað, tú vart skapaður til. Bahá'u'lláh |
|
 |
Fyrilestrar í París
Røður, ið 'Abdu'l-Bahá flutti fram í 1911
Marianna Debes Dahl týddi.
Útgáva © 2000: Bókmenta Nevnd Bahá'ía í Føroyum
|
|
| |
|
|
| 05. | Gud skilir alt; ikki ber til at skilja hann. |
Fríggjakvøldið hin 20. oktober
'Abdu'l-Bahá segði: Nógvir fundir verða hildnir í París hvønn dag við ymiskum endamálum, at kjakast um politikk, handil, frálæru, list, vísindi og nógv onnur evni.
Allir hesir fundir eru góðir: men hetta ting er komið saman til at venda andlitið ímóti Gudi til at læra, hvussu best kann arbeiðast til gagns fyri mannaættina, at leita eftir, hvussu sleppast kann undan fordómum, so kærleiks- og alheims brøðralagssáðið kann sáast í manna-hjartanum.
Gud tekur undir við endamálinum við samkomu okkara og veitir okkum signing sína.
Í Gamla Testamenti lesa vit, at Gud segði 'Latið okkum skapa menniskjuna í okkara egnu mynd'. Í Gleðiboðskapinum segði Kristus, 'Eg eri í Faðirinum, og Faðirin í mær'.1 Í Koranini sigur Gud, 'Maður er mítt loynimál, og eg eri hansara'. Bahá'u'lláh skrivar, at Gud sigur, 'Hjartað títt er heim mítt; reinsa tað til niðurferð mína. Andi tín er tað staðið, har ið eg fari at opinbera meg; vaska tað, til tá ið eg fari at vísa meg'.
Øll hesi heilagu orð sýna okkum, at menniskjan er skapt í Guds mynd: kortini fatar mannahugur ikki Guds veru, tí ikki ber til fult og heilt at skilja hetta óendaliga loynimál. Gud rúmar øllum: hann rúmast ikki. Tað, sum rúmar, er hægri enn tað, sum rúmast. Heildin er størri enn partarnir av henni.
Tað, sum menniskjur skilja, fær ikki verið uttan fyri tað, sum tær eru førar fyri at skilja, so tað er ógjørligt fyri mannahjartað at skilja, hvussu Guds hátign er vorðin. Hugflog okkara fær bara ímyndað sær tað, sum tað sjálvt er ført fyri at skapa.
Gávurnar at skilja valdast, á hvørjum stigi tey ymisku skapanarkongadømini eru. Steina-, plantu- og djóraríkini eru ikki før fyri at skilja nakað skaparverk uttan fyri teirra egna. Steinur fær ikki hugsað sær, hvussu ein planta er før fyri at vaksa. Træið skilir ikki, at djórið er ført fyri at flyta seg, heldur ikki fatar tað, hvat tað hevði merkt at verið ført fyri at sæð, hoyrt ella følt royk. Alt hetta hoyrir til likamliga skaparverkið.
Menniskjan eigur eisini part í hesum skaparverki, men eingin í teimum lægru kongadømunum er førur fyri at skilja tað, sum hendir í mannahuganum. Djórið fatar ikki gávurnar hjá menniskjuni, tað veit bara um tað, sum tað sær við djórasansum sínum, tað fær ikki ímyndað sær nakað hugsað. Eitt dýr hevði ikki kunnað lært, at verðin er rund, at jørðin melur uttan um sólina, ella hvussu ravmagnstelegrafurin er bygdur. Hetta er bara menniskjan før fyri. Menniskjan er hægsta skapanarverkið, tann skapningur, sum er næstur Gudi.
Tað lægra er ikki ført fyri at fata nakað hægri ríki; hvussu skal tá mannaskapningurin av øllum kunna skilja almáttuga skaparan?
Tað, sum vit hugsa okkum, er ikki Guds veruleiki; hann, ið eingin sleppur at kenna, ið eingin dugir at ímynda sær, er langt oman fyri tað, sum menniskjan er før fyri at fata.
Allir skapningar, sum eru til, eru bundnir av himmalsku gávunum. Himmalska náðin gevur sjálvt lívið. Tá ið sólarljósið skínur á allan heim, tá verður náðin frá tí óendaliga Gudi oyst oman yvir allar skapningar. So sum sólin fær jarðarinnar fruktir at búnast og veitir øllum livandi skapningum lív og varma, soleiðis skínur sann-leikssólin á allar sálir og kveikir í teimum guddómligan kærleika og gløggskygni.
At menniskjan hevur sál, har ið heilagi andin heldur til, er enn eitt tekin um, at menniskjan stendur oman fyri restina av tí heimi, sum er skaptur; kjarnin í sálunum í undirskapningunum er lægri.
Tí er eingin ivi um, at av øllum skapaðum verum er menniskjan mest lík Gudi og fær tí størri gávu úr heilagu yvirflóðini.
Steinaheimurin er førur fyri at vera til. Plantan er før fyri at vera til og at vaksa. Umframt at vera ført fyri at vera til og vaksa, er dýrið ført fyri at flyta seg og dugir at nýta sansirnar. Í mannaheiminum finna vit allar egin-leikarnar, sum teir lægru heimarnir hava, og nógvar afturat. Menniskjan er øll undanskaparverkini, tá ið tey eru løgd saman, tí tey eru øll í henni.
Serliga gávan, sum menniskjan hevur fingið, er vitið, sum ger, at hon er før fyri at taka ímóti størri parti av tí himmalska ljósinum. Fullkomna menniskjan er sum ein blankaður spegil, sum sannleikssólin endurspeglast í, og har ið Guds eginleikar koma til sjóndar.
Harrin Kristus segði, 'Hann, sum hevur sæð meg, hevur sæð Faðirin' - Gud, komnan til sjóndar í manni.
Sólin flytur seg ikki úr himlunum og dalar niður á spegilin, tí tað at førka seg upp og niður, koma og fara, hoyrir ikki til tað óavmarkaða, soleiðis bera avmarkaðar verur seg at. Tá ið Gud vísir seg í tí fullkomiliga blankaða spegilinum, koma tær himmalsku dygdirnar til sjóndar í sovorðnum sniði, sum menniskjan er før fyri at skilja.
Hetta er so einfalt, at øll skilja tað, og tað, sum vit skilja, er alneyðugt, at vit góðtaka.
Faðir okkara fer ikki at lata okkum standa til svars fyri, at vit vísa frá okkum trúarsetningar, sum vit hvørki trúgva upp á ella skilja, tí hann er altíð óendaliga rættvísur mótvegis børnum sínum.
Men hetta dømið er so eyðsæð, at allir heilar, sum vilja, lættliga skilja tað.
Gævi hvør tykkara varð ein lýsandi lampa, hvørs logi er Guds kærleiki. Gævi eindargeisling brann í hjørtum tykkara. Gævi eygu tykkara lýstu av glampanum frá sannleikssólini!
Býurin París er ógvuliga vakur; tá ið tað kemur til tað at nýta tilfar, finst valla meiri mentaður og betur útgjørdur býur í heiminum í dag. Men andans ljós hevur ikki skinið á hann í langar tíðir: andaligi framburður hansara er langt aftan fyri tilfarsligu siðmenning hansara. Her trýtur størsti máttur at fáa hann at rakna við, skilja andaliga sannleikan og draga lívsandan inn í durvandi sál sína. Tit mugu øll sameinast í stríðnum at fáa hann at vakna og stuðlað av hægri máttinum fáa íbúgvar hansara til lívs aftur.
Tá ið sjúka ikki hevur stórvegis upp á seg, er nóg mikið við onkrum lítlum heilivági til tess at lekja hana, men tá ið sjúkan, sum ikki hevði stórvegis upp á seg, verður til ræðuligt heilsubrek, má himmalski lekjarin taka til onnur ógvisligari ráð. Nøkur trø eru til, sum blóma og bera frukt í svalligum veðurlagi, onnur eru, sum mugu føla teir allarheitastu sólargeislarnar skína á seg, skulu tey búnast rættiliga. París er eitt av teimum trøunum, sum ein stór, logandi sól frá Guds himmalska mátti má skína á, skal tað lata seg upp andaliga.
Eg biði tykkum øll, hvønn tykkara hvør í sínum lagi, fylgja sannleiksljósinum væl, í tí heilagu frálæruni, og Gud fer at styrkja tykkum við heilaga anda sínum, so at tit fara at verða før fyri at basa trupulleikunum og forkoma teimum fordómunum, sum elva til skilnað og hatur manna millum. Latið hjørtu tykkara vera fylt við Guds stóra kærleika, latið øll føla hann; tí hvør menniskja er Guds tænari, og øll hava rætt til sín part av himmalska ríkidøminum.
Sýnið serliga teimum bestan kærleika og størsta tol, sum hugsa um jarðargóðs og eru trek, og við glógvandi vinsemi tínum fert tú soleiðis at fáa tey inn í samhuga-felagsskapin.
Um tit eru trúgv mótvegis stóra verki tykkara og fylgja heilagu sannleikssólini uttan at víkja frá, tá fer alheims brøðralag við signaða degi sínum at rísa í hesum vakra býi.
|
|
Upp aftur |
|
|
© Bahai samfelagið í Føroyum The Bahá'í Community of the Faroe Islands 1996-2008 |
| Teldupostur |
|
 |
"Vælsignaður er tann blettur, og tað hús, og tað stað, og tann býur, og tað hjarta, og tað fjall, og tað skjól, og tann hola, og tann dalur, og tann jørð, og tað hav, og tann oyggj, og tann hagi, har Gud hevur verið nevndur og lovprísan Hansara dýrdargjørd."
Bahá'u'lláh
|
Bahá'í communities around the world
|
|